Feðgarnir báðir, Regin og Árni Frederiksberg - Mynd: Andrei Vladut Antal
Mynd: Andrei Antal Vladut
Feðgarnir báðir, Regin og Árni Frederiksberg - Mynd: Andrei Vladut Antal
Mynd: Andrei Antal Vladut
FSF: Í harðari kapping við Heina Vatnsdal úr B36, og NSÍ málverjan, Kristian Joensen, bleiv tað – tá samanum kom – Árni Frederksberg úr KÍ, ið fór avstað við heiðurinum sum besti spælari í MeistaraDeildini hjá monnum í apríl mánað.
– Hetta er ein deiligur heiður at fáa, men eg kann ikki lúgva meg frá, at eg fegin hevði viljað býtt hendan heiður um við eina betri byrjan uppá landskappingini. Tá tað er sagt, so er einki avgjørt enn – langt frá – og vit hava sjálvandi gott mót til komandi dystir og tað, sum er eftir av kappingini, sigur Árni Frederiksberg við heimasíðuna hjá FSF.
Atkvøðugreiðslan verður skipað á tann hátt, at fyrst eru tað miðlafólk og fótbóltsviðmerkjarar, ið atkvøðu millum allar spælararnar í MeistaraDeildini. Síðani fara teir tríggir, ið hava fingið flestar atkvøður, víðari til eina nýggja atkvøðugreiðslu, ið fer fram á sona appini hjá Føroya Tele.
Teir tríggir, ið hesaferð vóru tilnevndir, vóru Árni Frederiksberg úr KÍ, Heini Vatnsdal úr B36, og Kristian Joensen úr NSÍ. Og tá samanteljingin varð liðug, hevði bóltsnillingurin hjá teimum kongabláu fingið 38 prosent av atkvøðunum á sona.
Tað var pápi Árna, Regin Frederiksberg, sum vegna Fótbóltssamband Føroya handaði soninum eitt gávubræv frá Bygma Balslev, og eina heiðursplátu, ið er latin av FSF.
Átakið “besti spælari í hvørjum mánaði” er í samstarvi við Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



