Ergoblóman: Trivnaðurin hjá børnum í fólkaskúlanum er aftur á breddanum. Tað er ikki uttan orsøk. Sum ergoterapeutfelagið vísti á í lesarabrævinum 2.oktober 2023 er tørvurin á serflokkum og sertilboðum trífaldaður seinastu árini. Hetta sigur okkum, at vit mugu hugsa nýtt, breitt og fakligt, um vit vilja skapa ein fólkaskúla, har øll børn kunnu trívast og læra.
Samtíðis hava vit í Føroyum royndir, sum vísa, at smáar, væl skipaðar broytingar í skúladegnum, kunnu hava stóran týdning. Í Vágs skúla hava allir næmingar fingið tríggjar eyka rørsluløtur um vikuna í 10 vikur eftir FIT FIRST-leistinum. Úrslitini eru greið:
-
Næmingarnir hava tikið seg fram uml 30 % í úthaldni
-
Vøddamongdin øktist, og fitin minkaði
-
Tey gjørdust kvikari og orkað betur
-
Tey søgdu sjálvi, at tey kendu seg betur fyri kropsliga
Hetta er serliga áhugavert, tí í líknandi átøkum síggjast vanliga smáar ella ongar broytingar. Her riggaði tað — tí rørsluløturnar vóru væl skipaðar, inkluderandi og lagdar til rættis soleiðis, at øll børn vóru virkin samstundis, uttan at nakar varð tikin úr spælinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



