Í hvørjari sál er ein tosti eftir eydnu og meining við lívinum
- Thomas Aquinas

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í hvørjari sál er ein tosti eftir eydnu og meining við lívinum
- Thomas Aquinas
Størv

Hevur tú hug at verða partur av einum livandi og kundavendum handli? Vit í Á-handlinum í Vestmanna leita eftir einum dugnaligum og álítandi starvsfólki at arbeiða uml. 30-35 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu. 

Starvið 

Sum starvsfólk hjá okkum verður tú partur av gerandisdegnum í handlinum og kemur at arbeiða við øllum vanligum uppgávum.  

Arbeiðsuppgávur 

  • At avgreiða kundar og tryggja kundanum eina góða handilsuppliving 

  • At sita við kassan 

  • At bíleggja og fylla handilin við vørum og tryggja, at hillarnar síggja gott út 

  • At arbeiða tætt saman við leiðaranum og hinum í toyminum fyri at tryggja, at handilin verður væl rikin og kundin væl nøgdur 

  • Aðrar fyrifallandi uppgávur 

Vit vænta, at tú 

  • Ert álítandi, fyrikomandi og røkin 

  • Kann arbeiða sjálvstøðugt eins og saman við øðrum 

  • Trívist við at hava ábyrgd og taka initiativ 

  • Ert fleksibul og klár/ur at taka eitt eyka tak, tá ið tað krevst 

Vit bjóða 

  • Eitt spennandi og mennandi arbeiðsumhvørvi 

  • Góðar starvsfelagar og góða upplæring 

 

Setanar- og arbeiðstreytir 

Løn og treytir verða ásett eftir nærri avtalu og í samsvari við royndir og førleikar. 

Soleiðis søkir tú 

Tú søkir við at senda eina stutta umsókn og møgulig viðkomandi skjøl til starv@ahandil.fo 

Umsóknarfreist er 17. mai 2026 

Hevur tú spurningar um starvið? Ring til Fríðvør á tlf. 253311 fyri at hoyra meira. 

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #