Tá vit altíð skula kunna røkkast eru vit ongantíð veruliga til staðar
- Peter Arvai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá vit altíð skula kunna røkkast eru vit ongantíð veruliga til staðar
- Peter Arvai
Størv

Landsgrannskoðanin søkir grannskoðara til farloyvisstarv 

Hevur tú áhuga fyri almennari fíggjarstýring, gjøgnumskygni og góðum arbeiðsháttum? Vilt tú vera partur av einum fakliga sterkum og sjálvstøðugum toymi? So kann starvið sum grannskoðari hjá Landsgrannskoðanini vera júst nakað fyri teg. 

Um starvið 

Talan er um eitt fulltíðar farloyvisstarv í 1 ár, við byrjan 1. juni 2026 ella eftir nærri avtalu. Sum grannskoðari arbeiðir tú við at grannskoða inntøkur og útreiðslur landskassans. Arbeiðið er sjálvstøðugt, áhugavert og fjølbroytt, og tú fært møguleika at arbeiða í einum umhvørvi, har faklig dygd og óheft arbeiði eru grundvirði. 

Vit vænta, at tú: 

  • hevur útbúgving innan grannskoðan, roknskap, løgfrøði, KT ella líknandi 

  • dugir væl at skriva, serliga á føroyskum 

  • arbeiðir skipað og sjálvstøðugt 

  • hevur góð samstarvsevnir 

Royndir frá almennari ella privatari fyrisiting eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt. 

Vit bjóða: 

  • eitt fakliga sterkt og professionelt arbeiðsumhvørvi 

  • spennandi og samfelagsviðkomandi uppgávur 

  • góðar arbeiðs- og menningarmøguleikar 

Setanarviðurskifti 

Løn og setanarviðurskifti verða ásett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. 

Umsókn 

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum o.ø. skal sendast við telduposti til: postur@lg.fo 

Umsóknarfreistin er 15. mai 2026, og starvið verður sett skjótast gjørligt. 

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Beintu Dam á tlf. 226301 ella við telduposti á:  beinta@lg.fo 

 

Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #