Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í 2-1 sigrinum á Kekkia - Mynd: Hans Erik Danielsen
Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í 2-1 sigrinum á Kekkia - Mynd: Hans Erik Danielsen
FSF: Føroyar hava síðani 1990 luttikið í HM og EM undankappingum, ið UEFA og FIFA skipa fyri. Avrik og úrtøka hava verið skiftandi hesi 35 árini, men undankappingin í fjør var óvanlig. Føroyska landsliðið fekk 12 stig, sum er mesta stigatal nakrantíð í eini undankapping, og samlaði málmunurin var 12-10 til Føroyar.
Men liðið setti eisini onnur met. Bæði verjuspæl og álopsspæl hava verið framúr, og fleiri europeisk lond hava vent eyguni ímóti Føroyum fyri at fáa íblástur.
Ikki minst heimadystirnir ímóti Montenegro og Kekkia í oktobur skaptu fótbóltseufori í Føroyum. Manslandsliðið vann 4-0 á Montenegro, ið er søguliga stórur sigur í eini undankapping, og síðani 2-1 á krútsterka landsliðnum hjá Kekkia, ið man vera ein av størstu einstøku sigrunum hjá Føroyum nakrantíð.
Hesi bæði úrslit komu innanfyri fýra dagar, og hetta var helst hægsti tindur hjá føroyska A-landsliðnum við monnum nakrantíð.
Fótbóltur er heimsins best umtókta ítróttagrein og røkkur so at siga út í hvønn krók. Flestu londini leggja sera nógv fyri at menna og styrkja landsliðini – og stórar peningaupphæddir verða lagdar í karmar og umstøður hjá flestu londum. Tí er tað ógvuliga trupult hjá lítlum landi at fáa góð úrslit í fótbólti.
Góðu avrikini og úrslitini hjá manslandsliðnum hava eisini fingið umrøðu um allan heim – og fólk hava ilt við at fata, at hetta skal bera til.
Í heyst gjørdu stórir altjóða miðlar nógv burtur úr føroyska landsliðnum, og fleiri sendu fólk til Føroya fyri at royna at skilja, hvussu eitt so lítið land stóð seg so væl ímillum tey stóru.
Umrøðan í altjóða miðlum var ikki bert av fótbólti, men eisini av Føroyum, føroyska samfelagnum og føroyingum – og tað er ómetandi umrøða fyri landið.
Tí er A-landsliðið við monnum í uppskoti at gerast ársins ítróttanavn 2025 á ítróttafagnaðinum hjá ÍSF, sum verður í Varpinum í Klaksvík leygardagin 7. februar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



