BirkBloggur: Sjáldsamt at lesa so góðan tekst, sum henda hjá Trygva Danielsen Bríksl, krím og spentar spengur í Oslo, sum undir frámerkinum hugleiðing er í Sosialinum í Vikuskiftinum, sum ískoytisblaðið eitir. Glitrandi góður.
Trygvi eygleiðir tveir av hondbóltsdystunum hjá føroyingum í Oslo, har hann sjálvur býr. Fyrra eygleiðing er munandi sterkari og ber boð um, at hin seinna helst er stytt, fyri at passa á tvær opnur, sum í avísformi er rættuliga vítt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



