Meira skal til at byggja land enn hurrárópandi mannamúgva
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Meira skal til at byggja land enn hurrárópandi mannamúgva
- úr Børkuvísum
Politikkur

Nývaldu føstu limirnir í Norðurlandaráðnum eru Sunnvá Dahl Høgfeldt fyri Sambandsflokkin og Bjørg Brynhildardóttir Egholm fyri Tjóðveldi, sum báðar eru nývaldar á ting.

Norðurlandaráðið
 
Norðurlandaráðið er stovnsett í 1952, tað er samstarvsforum hjá parlamentarikarunum í norðurlondum Ráðið hevur 87 limir, sum umboða tey fimm londini og tey trý sjálvstýrandi økini. Ráðslimirnir sita í tingunum í londunum og verða tilnevnd av flokkunum har. Sostatt verða umboðini ikki beinleiðis vald. Føroyar luttaka sbr. lov nr. 185 af 28.04.1971 om nordisk samarbejde, som senest ændret ved lov nr. 220 af 16.05.1984 og løgtingslóg nr. 33 frá 26.06.1973 um sendinevnd Føroya til Norrøna ráðið sum broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 10.05.1984. Sáttmálin, sum setur karmarnar um virksemi Norðurlandaráðsins og Norðurlendska ráðharraráðsins, kallast Helsingforssáttmálin. Hann bleiv fyrstu ferð undirskrivaður av stjórnunum í Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Danmark í Helsingfors 23. mars 1962.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #