Fyrrverandi tingkvinnan fyri Tjóðveldi, Beinta Løwe, stillar nú upp fyri Framsókn.
Hesum boðar flokkurin frá.
Beinta gavst í politikki í 2022 og hevur síðan skrivað bøkur og verið politiskur viðmerkjari.
- Gerðandisdagurin hjá húsarhaldinum, ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur, persónlgt frælsi og einar sjálvstøðugar Føroyar eru nøkur av aðalmálum mínum. Tí havi eg valt at stilla upp fyri Framsókn, sigur Beinta Løwe, valevni hjá Framsókn á Løgtingsvalinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



