Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak
Politikkur

Ben Arabo fer at stilla upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið, sum verður 26. mars.

Tað váttar hann fyri VP.

- Fleiri flokkar hava heitt á meg, men eg havi gjørt av at stilla upp fyri Javnaðarflokkin, sigur Ben Arabo, sum dagliga starvast fyri Framtaksgrunn Føroya sum stjóri og annars eisini hevur staðið á odda fyri Nýskipanarnevndini, sum Aksel Johannesen, løgmaður, hevur sett við teirri uppgávu at koma við uppskotum um nýskipanir og sparingar innan tað almenna. 

- Merkir hetta, at Javnaðarflokkurin fer til høgru um tú verður valdur? 

- Nei, tað veit eg onki. Eg vil fegin hava tey gomlu grundvirðini fram aftur, tað vil siga betri kor til tey gomlu, tey sjúku og tey veiku, og so haldi eg eisini, at ein góður skúli til øll hevur stóran týdning, sigur Ben Arabo í stuttari viðmerking.

Thomas Arabo, sum er pápi Ben Arabo, sat á tingi fyri Javnaðarflokkin árini frá 1984 til 1988 og aftur frá 1990 til 1991, og hann var landsstýrismaður í fleiri umførum við ábyrgd av eitt nú vinnu- og skúlamálum.

Ben Arabo hevur ikki áður stillað upp til Løgtingið ella verið landsstýrisfólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #