Útbúgving er máttmesta vápnið til at broyta heimin
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útbúgving er máttmesta vápnið til at broyta heimin
- Nelson Mandela
Vinna

(savnsmynd)

(savnsmynd)

(savnsmynd)

Fiskamarknaður Føroya: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer væntandi út tá veðrið er til vildar. Hann fiskar mest tosk og hýsu. Nýggju frystilínuskip eru við Ísland og tvey eru við Føroyar. Eitt kemur at landa í vikuni.

Streymurin verður góður komandi viku, men veðrið verður umskiftandi, so tí verður ikki altíð veður til útróður, men nakað av útróðri verður.

Tveir djúpvantstrolarar eru eystanfyri og fiska svartkalva. Báðir koma væntandi at landa miðskeiðis í vikuni. Ein er eystanfyri og fiskar upsa. Óvist um hann landar í vikuni. Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar og kemur væntandi at landa miðskeiðis í vikuni. Hann fær mest tosk og upsa.

Fimm pør eru til fiskarí. Tey flestu koma at landa í vikuni. Okkurt parið fer út tá veðrið er tilvildar.

Allir trolbátarnir liggja við bryggju og bíða eftir at veðrið blívur betri.

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er misjavnt. Bæði landa í vikuni.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #