Ein stórur partur av okkara ungdómi fer uttanlands at nema sær útbúgving. Tað í sær sjálvum er ikki ein trupulleiki, tí vit hava ikki møguleika at bjóða allar útbúgvingar í Føroyum. Trupulleikin liggur í, at bara helvtin av teimum koma heim aftur. Tey, ið ynskja at lesa í Føroyum skulu hava tær bestu umstøðurnar til tað. Tí mugu vit styrka um lestrarumhvørvið og at fáa fleiri lestraríbúðir í Føroyum - sum tey lesandi og tey, ið eru í læru, hava møguleika at gjalda. Soleiðis at tað ikki er orsøkin til, at fólk flyta av landinum.
Tey, ið fara uttanlands í lestrarørindum, skulu eisini hava okkurt at koma heimaftur til. Fyrsta avbjóðingin er bústaðarneyðin. Tað skal vera lættari hjá ungum og barnafamiljum at seta búgv í Føroyum. Tí ynskja vit at seta á stovn ein bústaðargrunn, ið veitir lán til eginfígging til fyrstuferðskeyparan, so tað verður nemmari at koma inn á marknaðin.
Skulu føroyingar velja at koma heim til Føroya og búseta seg, mugu karmarnir um familjulívið eisini vera í lagi. Tí skal tað vera gott at vera barnafamilja í Føroyum. Sambandsflokkurin vil hækka barsilshámarkið til 60.000 kr. og samstundis hækka barnafrádráttin við 2.000 kr. fyri hvørt barnið.
Føroyar skulu vera eitt land, sum gevur ungum møguleikar, bæði úti í heiminum, men so sanniliga eisini heima í Føroyum. Og tað er okkara ábyrgd at tryggja, at avgerðin um at flyta heim til Føroya ikki verður eins torfør í framtíðini.
Sí eitt brot út Tinggáttuni, har eg tosi um júst hetta, her: https://www.facebook.com/reel/1644443270227589
X við Sunnvá Dahl Høgfeldt 26. mars.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



