Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak
Innlendis ítróttur

Estar iðra seg, eftir at Andrew Poulsen hevur javnað til 1-1, ið samstundis tryggjaði Føroyum 1 stig ímóti Estlandi - Mynd: Finnur Justinussen

Estar iðra seg, eftir at Andrew Poulsen hevur javnað til 1-1, ið samstundis tryggjaði Føroyum 1 stig ímóti Estlandi - Mynd: Finnur Justinussen

Estar iðra seg, eftir at Andrew Poulsen hevur javnað til 1-1, ið samstundis tryggjaði Føroyum 1 stig ímóti Estlandi - Mynd: Finnur Justinussen

FSF: Sunnudagin var annað umfar í UEFA menningarkappingini fyri U16 landslið við dreingjum á skránni.

Beint eftir middag brustu Bosnia Hersigovina og Ísland saman, og talan bleiv um ein spennandi og málríkan dyst, sum at enda mátti avgerast við brotssparkskapping.

Tað var annars nógv, ið bendi á, at Bosnia Hersigovina fór at vinna ein tryggan sigur, eftir at bosniarar vóru komnir á odda 3-0. Men okkara grannar fyri vestan vildu ikki leggja seg, og miðskeiðis í seinna hálvleiki stóð á jøvnum 3-3.

Fleiri mál komu ikki, og av tí at dystirnir í menningarkappingunum skulu avgerast, var farið beinleiðis til brotssparkskapping, sum Bosnia Hersigovina vann 4-2, og samanlagt 7-5.

Brotssparkskapping mátti eisini til fyri at finna ein vinnara í dystinum millum Estland og Føroyar. Um miðan seinna hálvkeik komu estar á odda 1-0, og tað sá eisini leingi út til, at Estland fór at vinna ein tepran sigur á Føroyum.

Men í 91. minutti javnaði Andrew Poulsen til 1-1, ið samstundis tryggjaði Føroyum sítt fyrsta stig í kappingini.

Í brotssparkskappingini vóru estar meira avgjørdir og vunnu 4-3, og samanlagt 5-4. Vinnarin av brotssparkskappingini fær eitt eyka stig.

M Y N D I R

Triðja og síðsta umfar í UEFA menningarkappingini verður spælt mikudagin 4. mars. Klokkan 11:00 møtast Bosnia Hersigovina og Estland, og klokkan 15:00 spæla Føroyar og Ísland.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #