Starvsfelagið: Tveir nevndarsessir stóðu fyri vali á aðalfundi hjá Starvsfelagnum 7. mars 2026 í Smæruni. Fyri løtu síðani stóð greitt at Bjørg Jacobsen og Borgný Mohr vórðu valdar í nevndina í Starvsfelagnum.
Fimm valevni bjóðaðu seg fram til teir tveir nevndarsessirnar, ið stóðu fyri vali. Umframt tær báðar valdu stillaðu eisini Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk, sum stóð fyri afturvali, Ann S. Poulsen og Tanya E. Joensen, sum stillaðu upp fyri fyrstu ferð.
Bjørg varð fyrstvald við 120 atkvøðum, meðan Borgný varð næstvald við 117 atkvøðum.
Ann S. Poulsen varð fyrstvaldur tiltakslimur og Tanya E. Joensen varð næstvaldur tiltakslimur.
Nevndarlimir í Starvsfelagnum verða valdir fyri trý ár í senn, og nevndin skipar seg á komandi nevndarfundi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



