Bretland er í samráðingum við ES um møguleikan at stuðla láninum til Ukraina upp á 90 milliardir evrur, sigur Keir Starmer, forsætisráðharri.
Starmer sigur við BBC, at eitt bretskt íkast verður "sera gott" fyri viðurskiftini millum ES og Bretland. Hann vónar eisini, at nakað av pengunum verður brúkt til at keypa bretsk vápn, skrivar tíðindastovan AFP sambært norska TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



