Hoyr um annan, hygg um teg sjálvan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hoyr um annan, hygg um teg sjálvan
- føroyskt orðatak
Tekstlýsingar

Hiddenfjord søkir eftir kantinufólki at arbeiða fulla tíð í okkara kantinu á góðskingarvirkinum í Sørvági.

Starvið er fjølbroytt og fevnir um arbeiði bæði gerandisdagar og í vikuskiftum, við skiftandi arbeiðstíðum.

Arbeiðsuppgávur:
- Matgerð og borðreiðing til starvsfólk
- Reingerð og dagligt hald av kantinuni
- Innkeyp og skipan av vørum

Vit ímynda okkum, at tú:
- ert álítandi og arbeiðssom/arbeiðssamur 
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt
- hevur royndir úr køki ella kantinu (ein fyrimunur, men ikki krav)

Vit bjóða:
- Eitt stabilt arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi
- Fjøllbroyttar arbeiðsdagar
- Løn eftir avtalu
- Tvey onnur fólk starvast í kantinuni og arbeiðsuppgávurnar eru skiftandi

Umsókn
Umsókn við stuttari frágreiðing um teg og tínar royndir kann sendast til
pernille.heinesen@hiddenfjord.com í seinasta lagi fríggjadagin 8. mai.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Pernille á tlf. +298 288028.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #