Virksemið hjá PBC er økt sera nógv seinastu tíðina, og tí søknast vit eftir einum dugnaligum verkfrøðingi til prosjekterings- og eftirlitsarbeiði.
Hjá okkum sleppur tú at royna teg í einum fakliga sterkum og nútímans umhvørvi, har dentur verður lagdur á bæði menning og trivnað.
Tínar arbeiðsuppgávur
Tú kemur at arbeiða við fjølbroyttum uppgávum innan:
-
HVS-skipanir og fjarhitaskipanir
-
Orkusparandi tiltøk og inniklimasimuleringar
-
Maskintekniskar installatiónir
-
Vatnveitingar og onnur viðkomandi øki
Vit vænta, at tú við tíðini kemur at stýra tínum egnu verkætlanum og tíðaráætlanum sjálvstøðugt, umframt at tú kemur at hava beinleiðis samskifti og samskipan við okkara kundar.
Tín vangi
-
Tú hevur útbúgving sum verkfrøðingur innan maskin- ella byggiverkfrøði.
-
Tú hevur gjarna 3-5 ára starvsroyndir innan eitt ella fleiri av okkara arbeiðsøkjum, men vit søknast eisini fegin eftir nýútbúnum verkfrøðingum.
-
Tú hevur helst førleikar í forritum sum Revit og MagiCad.
-
Sum persónur hevur tú góð samstarvsevni, ert jalig/ur, ágrýtin. Hevur lætt við at læra nýggj ting, megnar at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd.
Vit bjóða
-
Fakliga menning: Nógvar spennandi verkætlanir liggja fyri framman at loysa. Vit leggja stóran dent á, at okkara starvsfólk hava dagførda vitan og eru javnan á skeið og eftirútbúgving.
-
Gott umhvørvi: Vit halda til í egnum, nútímans hølum á R.C. Effersøesgøtu 24 í Tórshavn, har stórur dentur verður lagdur á eitt gott arbeiðsumhvørvi.
-
Kappingarfør kor: Løn og setanartreytir verða ásettar samsvarandi útbúgving, royndum og annars eftir avtalu millum partarnar.
Um PBC
Vit veita ráðgeving innan m.a. HVS, frysti- og køliskipanir, vatnreinsiverk, kloakkskipanir, sprinklaraskipanir, umframt prosjekterings- og byggileiðslu. Seinastu árini hava vit luttikið í nógvum stórum verkætlanum sum t.d. skúlum, svimjihallum, ellisheimum og orkuverkum. Vit arbeiða eisini miðvíst við orkusparandi tiltøkum og endurnýtslu av orku.
Umsókn og samband
Er hetta nakað fyri teg? Nógvar spennandi verkætlanir bíða, og tí er best um tú kanst byrja skjótast gjørligt – men vit bíða eisini fegin eftir rætta viðkomandi.
Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Pætur Húsgarð á tlf. 23 82 00 ella teldupost ph(at)pbc.fo
Umsókn sendast til: ph(at)pbc.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



