Limurin í House of Lords í Bretlandi, Peter Mandelson, leggur frá sær eftir Epstein-avdúkingarnar, skriva fleiri bretskir miðlar.
Peter Mandelson hevði í nógv ár tætt samband við dømda kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein.
Epstein skal hava flutt umleið 75.000 dollarar á kontur hjá Mandelson, millum 2003 og 2004.
Epstein-skjølini vísa, at Mandelson umrøddi ymisk politisk viðurskifti, meðan Mandelson sat í stjórnini, skrivar Sky News.
Ein kanning er higartil komin til ta niðurstøðu, at Mandelson eisini umrøddi viðkvæmar marknaðarupplýsingar við Epstein í sambandi við fíggjarkreppuna í 2008, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



