Eg stilli upp, tí eg vil gera mun. Eg vil arbeiða fyri familjum, so tað verður lættari at fáa børn og liva eitt gott lív í Føroyum.
Eg vil styrkja javnstøðuna, so bæði kvinnur og menn hava somu møguleikar.
Eg vil tryggja, at børn og ung fáa hjálp í tíð – eisini í psykiatriini.
Og eg vil skapa betri karmar fyri bústaðir, lesandi og tey, sum vilja flyta heim til Føroyar.
Eg vil arbeiða fyri:
-
At hækka barsilshámarkið til 60.000kr.
-
At hækka barnafrádráttin við 2.000kr. Fyri hvørt barn
-
At mammur og pápar skulu verða javnsett, tá tað kemur til foreldramyndugleika og barsil
-
At vit seta aldurmark á Sosialar miðlar
-
At bústaðir skal byggja Lestraríbúðir, og vit skulu føra Kampusverkætlanina út í verki
-
At kvinnudominerað størv skulu verða virðismett og lønt hareftir
-
At fáa lógarásett eina viðgerðartrygd, ið eisini umfatar psykiatri
-
At vit krevja revsiváttan frá teimum, ið koma inn í landið at arbeiða og búseta seg
-
At vit seta ferð á matrikuleringina, so vit fáa bygt fleiri bústaðir
-
At vit innføra ein leigustuðul, ið er grundaður á inntøku.
Eg trúgvi upp á eitt samfelag, har vit taka ábyrgd, bæði fíggjarliga og sosialt. Har tryggleiki, trivnaður og møguleikar ganga hond í hond.
Eg eri beinrakin, arbeiðssom og ikki bangin fyri at siga tingini, sum tey eru.
Um tú vilt hava eina rødd, sum arbeiðir fyri familjum, javnstøðu og framtíð Føroya – so skalt tú velja meg.
Set tín kross við Sunnvá Dahl Høgfeldt, valevni fyri Sambandsflokkin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



