Fiskamarknaður Føroya: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri, landar væntandi síðst í vikuni. Fimm frystilínuskip eru við Ísland og trý eru við Føroyar. Eitt er við Eysturgrønland. Eitt er ávegis til Flemish Kap. Tvey liggja við bryggju. Væntandi landar okkurt frystilínuskip í vikuni.
Streymurin er góður til útróður alla vikuna. Veðrið verður skiftandi, so tað verður eitt sindur av útroðri.
Ein djúpvatnstrolari er á Íslandsrygginum og tríggir eru á djúpum vatni og fiska svartkalva og annan djupvatnsfisk.
Seks pør eru til fiskarí. fleiri landa í vikuni.
Bara ein trolbátur er til fiskarí. Hann kemur at landa síðst í vikuni.
Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Báðir landa fyrst í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



