Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak
Politikkur

At fáa búskapin á beint er eitt tað fremsta málið, sum politiska skipanin má fáa í rættlag. Tað eru ymsar orsøkir til, at hall enn er á fíggjarlógini; økta inflatiónin og hartil hoyrandi lønarhækkingar, minni inntøkur frá eitt nú tøkugjøldunum, men eisini skyldast tað, at rakstarútreiðslurnar framvegis eru ov høgar í mun til inntøkurnar. Hóast sitandi samgonga hevur framt nógvar sparingar og fingið rakstrarvøksturin úr 6 % niður í 3,5 % so er tað framvegis ov høgt, tá inntøkurnar ikki standa mát við útreiðslurnar hjá landskassanum.

Nógvir pílar vísa tó rættan veg. Útflutningurin er vaksin áleið eina milliard frá desembur 2024 til desembur 2025 í mun útflutningin frá des 2023 til des 2024. Í des. 2025 útfluttu Føroyar fyri 13,4 milliardir, og tað er 926 mió. Kr meiri enn í des 2024, og var tað serliga útflutningurin av makreli, sum vaks við áleið 800 mio. kr.

Men neyðugt er við strategiskum ætlanum fyri, hvussu vit kunnu økja enn meira um inntøkugrundarlagið samstundis sum vit gera tær neyðugu nýskipanirnar og fáa stýr á íløgurnar við eini langtíðaríløguætlan.

Nýggjar vinnur
Ali- og fiskivinnan standa fyri megin partinum av útflutninginum hjá Føroyum og á 3. plássi kemur ferðavinnan við 6 % av útflutningsvirðinum. Neyðugt er, at vit fáa fleiri búskaparligar súlur at standa á, so vit ikki eru so sárbær, tá sveiggj eru í okkara høvuðsvinnum. Neyðugt er tí, at vit fáa orða ein nýggjan vinnupolitikk sum skjótast, sum leggur dent á aðrar vinnur eitt nú ferðavinnuna, KT vinnuna, landbúnaðarvinnuna og nýskapanarvinnurnar. Okkara vinnupolitikkur er frá 2005 og als ikki dagførdur og endurskoðaður í mun til tað broytta samfelagið, vit liva í í dag. Herfyri setti eg landsstýrismanninum ein skrivligan fyrispurning eftir grein 54 a í tingskipanini um ein nýggjan vinnupolitikk, og í svarinum, sum eg fekk í gjár, framgongur tað, at tað er sett ferð á arbeiðið við einum nýggjum vinnupolitikki, men orsaka av at løgtingsval varð útskrivað verður hetta arbeiðið lagt stilt. Tað er umráðandi, at eitt nýtt løgting og landsstýri veruliga raðfesta vinnupolitikkin, sum kann styrkja um búskapin hjá okkum.

Langtíðaríløguætlan
Tíverri er ongin langtíðaríløguætlan gjørd í hesum samgonguskeiðnum. Fleiri ferðir havi eg eftirlýst, at hetta verður gjørt, men tíverri hevur tað verið úrslitaleyst. Skal man hava stýr á búskapinum er tað eisini neyðugt at hava eina greiða ætlan við teimum íløgunum sum skulu gerast, og ikki seta smáar upphæddir av til verkætlanir, sum man væl vitandi veit bert er signalpolitikkur, tí hetta fer ikki at fremja sjálva verkætlanina. Tískil má ein realistisk og gjøgnumskygd 10 ára ætlan gerast sum skjótast og helst tvørturum andstøðu og samgongu, har tað verður greitt fyri føroya fólki, hvørjar ítøkiligar ætlanir eru á útbúgvingarøkinum, almanna og heilsuøkinum, samferðsluøkinum, mentanarøkinum v.m. Hetta má ein nýggjur fíggjarmálaráðharri taka í nógv størri álvara í tøttum samstarvi við landsstýrið og løgtingið.

Vit seta nú kós ímóti, at Føroyar skulu gerast eitt sjálvstøðugt land, og fyrsta fortreyt fyri hesum er, at vit fáa búskapin á beint.

Gott val

Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #