Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak
Onnur tíðindi

Fyrrverandi forsætisráðharrin í Íslandi, Davið Oddson, andaðist í gjár, 78 ára gamal.

Davíð Oddsson var ein av mest týðandi – og umstríddu – politisku røddunum í Íslandi í fleiri áratíggju. Hann sat sum forsætisráðharri frá 1991 til 2004 og var eisini uttanríkisráðharri árini frá 2004–2005. Áðrenn tað var hann borgarstjóri í Reykjavík í longri tíð, og var eisini stjóri í íslendska tjóðbankanum, Seðlabankanum, árini frá 2005 til 2009.

Eftir tíðina í fremstu politisku leiðslu landsins hevði hann fleiri týðandi leiklutir í íslendskum samfelagslívi – millum annað sum blaðstjóri á Morgunblaðnum.

Davíð Oddsson var umstríddur vegna síni liberalu sjónarmið um eitt nú privatiseringar, og eftir 2008 varð leikluturin hjá honum í sambandi við fíggjarkreppuna nógv viðgjørdur. Seinni vakti tað eisini kjak, tá hann tók við sum ritstjóri á Morgunblaðnum, tí nógv hildu, at tað kundi ávirka óheftni og trúvirði hjá miðlinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #