Ein fjórðingur av manningini manglar á skipunum hjá donsku verjuni í Føroyum og Grønlandi.
Tað vísir ein innanhýsis kanning, sum dr.dk endurgevur úr.
Tá ein so stórur partur av manningini manglar, so økir tað um arbeiðsbyrðuna og strongir manningina umborð.
Danir stúra fyri, at ringa støðan er brenni á bálið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum oftani hevur sagt, at Danmark á ongan hátt maktar at taka sær av Grønlandi, sum tí bara eigur at blíva partur av USA.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



