Flogvøllurin í El Paso nærhendis markinum til Meksiko hevur latið upp aftur, eftir at hann fyrr í dag varð stongdur.
Sambært tíðindastovuni Reuters hava dronur frá meksikansku rúsevnakartellunum verið í amerikanska loftrúminum.
Sean Duffy, samferðslumálaráðharri, staðfesti seinni, at amerikanska verjumálaráðið svaraði broti á loftrúmið hjá kartelldronum aftur, skrivar NRK.
Surprise US military plans to use counter-drone laser triggered El Paso airspace closure, sources say https://t.co/ISAJvUU7ah pic.twitter.com/zcTj0RKpSJ
— CNN Breaking News (@cnnbrk) February 11, 2026
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



