Tann, sum fyrst kemur til mylnu, fær fyrst sítt mjøl malið. Men tað er tann næsta músin, ið fær ostin í felluni
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann, sum fyrst kemur til mylnu, fær fyrst sítt mjøl malið. Men tað er tann næsta músin, ið fær ostin í felluni
- ókendur
Politikkur

Lógarverkið um landbúnaðarvinnuna eigur at tryggja, at javnvág verður ímillum frælsið hjá vinnuni at seta saman vinnutólini, og tey áhaldandi krøvini um at styrkja framleidnið.

Tað merkir til dømis, at rúm skal vera fyri at skipa vinnuna í stórar eindir – um vinnan vil tað – men samstundis skal slík skipan ikki darva fríari kapping.

Karmarnir rundan um landbúnaðarvinnuna eru ikki nóg greiðir og tryggir. Fólkaflokkurin vil, at hetta verður broytt, soleiðis at aktørarnir í vinnuni tora at gera íløgur.

Fólkaflokkurin er fólksins flokkur. Vit vita, hvørja kós vit skulu seta: Vit stýra móti einum borgarligum politikki, ið leggur dent á frælsa vinnu. Tí Fólkaflokkurin er garantur fyri borgarligum politikki.

Fólkaflokkurin fer at virka fyri at:

- Smærri fyritøkur og sjálvstøðugt vinnurekandi skulu hava færri fíggjarligar byrðar, so vøksturin ikki verður avmarkaður.

- Vit skulu reka ein burðardyggan landbúnaðarpolitikk, sum samstundis tryggjar vinnuligt gagn av tilfeinginum.

- Vit skulu hava ein greiðari ferðavinnupolitikk, sum er fíggjarliga, umhvørvisliga og sosialt burðardyggur.

- Broytingar skulu gerast í lóggávuni um burðardygga ferðavinnu, so karmarnar gerast greiðari.

- Ognar- og ræðisrætturin skulu virðast. Føroyingar skulu framhaldandi hava rætt at ferðast í høgunum.

Vel ein sterkan Fólkaflokk.

X við A 
– Fía Selma Nielsen

Valdið til fólkið
– Vel Fólkaflokkin 26. mars

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #