Tann, sum fyrst kemur til mylnu, fær fyrst sítt mjøl malið. Men tað er tann næsta músin, ið fær ostin í felluni
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann, sum fyrst kemur til mylnu, fær fyrst sítt mjøl malið. Men tað er tann næsta músin, ið fær ostin í felluni
- ókendur
Politikkur

Undir hesum valstríðnum hevur ein sterkur búskapur fylt nógv, og tað hevur tað eisini gjørt í mínum valstríði.

Nú ársuppgerðin er komin fyri 2025 vísir tað seg, at avlop er aftur á fíggjarlógini. Búskaparráðið metti árið 2025 fór at geva eitt hall á  394 mió. kr og tað vísir seg nú,  at tað hevur verið 394 mió. og nakað afturat skeiva vegin, og tað eru gleðilig tíðindi, tí tað merkir, at tað aftur er eitt avlop á fíggjarlógini, hóast tað ikki er stórt, so er tað eitt avlop.

Hetta vísir, at nógv av førda politikkinum hevur verið rættur. Tá samgongan tók við valdið í 2022 var inflatiónin 10%, sum viðførdi hækkaða sethúsarentu og hækkaðir prísir á gerandisvørum. Ùrslitið av hesum var, at neyðugt var at hækka lønirnar munandi á almenna arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at fólk kundu fáa gerandisdagin at hanga saman. Harumframt varð eitt lønarlyft  givið ávísum fakbólkum og ein skattalætti fyri  áleið 250 mió.  Tað er greitt, at ein lønarhækkan á 13 % yvir 3 ár, sum kostaði landskassanum umleið 400 mió. sæst aftur í rakstrarúrslitinum. Fyrstu árini varð raksturin tískil nakað høgur áleið 6 %, men við miðvísum átøkum og rationaliseringum er raksturin komin niður aftur á 3,5 %, og fyri fyrstu ferð eru játtanarkarmarnar hildnir.

Ùtflutningurin vaks eina heila milliard seinasta árið og er nú 13,6 mia,  og  yvirskot er á gjaldsjavnaðinum.

Hetta er eisini eitt tekin um, at tað gongur væl í tí føroyska búskapinum. Men vandateknini lúra,  og vit mugu framhaldandi tálma rasktrinum, at vit gera eina langtíðarsemju um íløgurnar og at vit breiða um inntøku grundarlagi við einum skilagóðum vinnupolitikki

Hallførisavbjóðingin  - neyðugt við íløgum í tey ungu
Størsta hallførisavbjóðingin er tó aldurssamansetingin, at vit gerast fleiri eldri, meðan okkara ungu í stórun mun flyta av landinum, heili 40 % hvørt ár, og tað er størsta hóttanin ímóti hallførinum. Tíverri hevur alt fokus verið á, at pensjónsaldurin skal loysa allar hallførisavbjóðingar,  meðan ov lítið hevur verið kjakast um tað veruliga hallførisavbjóðing, sum vit hava, nevniliga at vit missa okkara ungdóm og at ov fáir føroyingar flyta heim aftur eftir loknan lestur. Vit mugu seta nógv meiri inn á hesum øki, so vit í størri mun kunnu varðveita okkara ungdóm í Føroyum, at vit gera tað liviligt sum lesandi at fáa bústað, at vit raðfesta Kampus og eitt altjóða universitetsumhvørvi, at vit gera íløgur í mentan og list, sum sanniliga eisini er við til at økja um trivnaðin hjá yngra ættarliðnum í Føroyum. Hetta verður okkara fremsta avbjóðing fyri at tryggja framtíðarhallføri og at vit framhaldandi hava ein sterkan búskap. Tí er tað umráðandi, at Tjóðveldi, sum veruliga er trygdin fyri, at ungdómurin og íløgur í ungdómin, í útbugving og mentan kemur sterkt inn í løgtingið. At vit hava ein sterkan og sunnan búskap, sum er grundarlagið undir vælferðini er altavgeraðandi fyri framtiðar livikor í Føroyum. Hetta er eitt mál, vit øll eiga at seta allarfremst í komandi tingseti. Eg farið hervið at takka øllum fyri eitt gott og siðiligt valstríð, og fari at ynskja øllum eitt gott val

Annika Olsen, valevni fyri Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #