Fyri Ísland er landsins stóra fiskivinnuøki nærum heilagt, og íslendingar ynskja als ikki, at onnur byrja at blanda seg uppí, hvussu fiskurin verður veiddur ella kvoturnar skula umsitast.
Tað vita politikarar í Brússel væl, og tí er ES-nevndin nú eisini opin fyri, at íslendingar fáa undantaksloyvi frá felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES, um teir velja at søkja um limaskap.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



