... og skip leggja tung at landi, eg fagni væl teirra fong.
Søguliga sæð og framvegis í dag er Klaksvík eitt fiskivinnupláss og kann av sonnum kallast okkara fiskivinnuhøvuðsstaður.
Skip skulu sjálvandi helst ikki liggja ov nógv við bryggju, men tað var hugaligt at síggja Kósabrúnna fulla av skipum í gjár. Tað ber boð um virksemi. Í hesum førinum vóru skipini helst komin inn orsakað av veðri.
Upp og niður í fiskivinnuni
Tað er neyðugt við sterkum fyritøkum í fiskivinnuni, tí tað gongur upp og niður har. Nógvar útreiðslur og nógvar óvissur.
Sjálv eri eg uppvaksin í umhvørvinum hjá Joensen & Olsen í Víkunum í Klaksvík og veit, hvussu tað gekk har - hvussu øll gleddust, tá tað gekk væl, og hvussu lagið bleiv verri, tá tað gekk verri.
Lokomotivið
Fiskivinnan er saman við alivinnuni tað føroyska lokomotivið. Tað er altavgerandi, at hesar vinnur hava góðar og tryggar karmar. Tær eru okkara lívsæðrar.
Heldur enn at ilskast um, at onkur vinnur pening, skulu vit gleðast, tá tað gongst væl.
Vit skulu ikki revsa tey, sum skara framúr
Øll lond hava tørv á sterkum fyritøkum og einstaklingum, sum eiga pening og megna at skapa virksemi - eisini tá tað ikki gongur væl. Uttan hesi vóru vit illa stødd.
Vit skulu ikki revsa tey, sum skara framúr. Flestu fyritøkur eru byrjaðar sum einstaklingar á dekkinum og hava arbeitt seg upp eftir langari tíð.
Sterku privatu fyritøkurnar úti kring landið hava sera stóran týdning í nærumhvørvinum, har tær eru. Tær skapa virksemi og eisini annað avleitt virksemi, seta nýtt í gongd og stuðla øðrum virksemi. Tær byggja allar Føroyar, og tað vil Fólkaflokkurin hjálpa teimum við. Ríkidømi skal út í hvønn krók.
Hvat var Klaksvík uttan JFK og Palla hjá Mariannu? Hvat var Gøta og Tvøroyri uttan Varðan? Hvat var Fuglafjørður uttan Havsbrún og Annfinn Olsen? Vit kundu hildið fram. Hvat vóru Føroyar uttan Bakkafrost? Latum okkum vera góð við hesi.
Frá teimum allarstørstu til tær allarminstu
Fólkaflokkurin fer altíð at stuðla og skapa góðar karmar fyri øllum vinnulívi. Heilt frá teimum allarstørstu fyritøkunum í landinum til tær allarminstu, so sum frisørar, bilmekanikarar, blikksmiðir, timburmenn, handilsfólk og hýruvognsførarar.
Øll hava rætt til ein virðiligan gerandisdag og hava ráð til at seta føtur undir egið borð.
Fólkaflokkurin er fyri allar Føroyar. Skal hetta gerast møguligt, er neyðugt, at Fólkaflokkurin fær eina dygga álitisváttan.
Gott val! X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



