Tórshavnar kommuna: Fólkatingsval var í gjár, og í valhølinum í Kollafirði var serligur hátíðardámur.
Stór og vælsmakkandi køka varð sett á borðið, nú Elna Debess hevur sitið í valstýrinum í Kollafirði í samfull 50 ár.
Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, legði eisini leiðina framvið og handaði Elnu blómutyssi vegna øll valstýrini í Tórshavnar kommunu.
Í dag er valhølið í Kollafirði í húsinum hjá skótaliðnum Túgvuni. Men so hevur ikki altíð verið.
Elna greiðir frá, at tá hon byrjaði, var valið í gamla skúla. Gjøgnum árini hevur valhølið verið ymsastaðni, millum annað í nýggja skúla og nú síðstu árini í skótahølinum.
Tað hevur altíð gingið væl at telja upp atkvøðurnar, har tey hava gjørt egnan leist fyri tí.
Áðrenn Kollafjørður gjørdist partur av Tórshavnar kommunu, vóru tvey valstýri í Kollafirði – eitt fyri løgtings- og fólkatingsval og eitt fyri kommunuval. Nú er tað eitt valstýri fyri øll valini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



