Tá Várharra plantar ein urtagarð, fer fanin at fáa sær høsn
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá Várharra plantar ein urtagarð, fer fanin at fáa sær høsn
- V. Poulsen
Skúli

Skúlablaðið: Í greinarøð í fýra pørtum í Skúlablaðnum lýsir Helena Kannuberg, námslektari á Námsvísindadeildini, ymisk viðurskifti, tá talan er um bókmentaundirvísingina í føroyskum í hádeildini. Røðin byggir á kvantitativa kanning, sum gevur okkum innlit í, hvørja støðu og tign høvuðsverk í føroyskum hevur skúlaárið 2024/2025. Í Føroyum hava vit 20 skúlar við eini savnaðari hádeild. Allir hesir skúlar fingu møguleika at vera við í kanningini, sum fór fram gjøgnum telefon- og teldupostsamskifti frá 14. februar til 20. mars 2025. 16 skúlar tóku av, ið gevur eitt svarprosent á 80 prosent. Øll høvuðsøkini í landinum eru umboðað. 

Innsavnaðu dáturnar geva okkum eitt størri innlit í lærugreinina føroyskt skúlaárið 2024/25. Fyri tað fyrsta (1) vísir kanningin, at 82 % av flokkunum í hádeildini lósu eitt høvuðsverk farna skúlaár. Hetta merkir, at tað enn er siður at lesa høvuðsverk, hóast talan ikki longur er um eitt krav í námsætlanini, men heldur eitt tilmæli. Víðari vísa úrslitini, (2) at skaldsøgan er best umtókta tekstaslag at nýta sum høvuðsverk.  ≈93% av flokkunum lósu eina skaldsøgu sum høvuðsverk, ≈3,5% av flokkunum lósu leikrit, og  ≈3,5% lósu eitt stuttsøgusavn. Eitt av teimum áhugaverdastu úrslitunum er (3), at hóast upprunaføroyskar skaldsøgur fylla nógv sum høvuðsverk, so vera fáir av okkara viðurkendu skaldsøguhøvundum lisnir.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #