(tilgjørd mynd)
(tilgjørd mynd)
Samstundis sum talið á teimum, sum verða manipulerað og snýtt fyri stórar pengaupphæddir gjøgnum netið minkar við einum triðingi, so veksa upphæddirnar, sum verða lumpaðar frá fólki, við einum fjórðingi.
Tað vísa tøl, sum Jyllandsposturin hevur fingið frá bæði politinum og bankunum í danska kongaríkinum, og sum tí eisini umfata Føroyar.
Samstundis sum tað gerst truplari at snýta pengar frá góðtrúnum fólki, so læra bandittarnir at snúgva sær og brúka heldur tíðina uppá tær veruliga stóru upphæddirnar.
- Tey sum hava gjørt tað til sítt arbeiði at lumpa og lokka onnur kunnu halda á í mánaðir og siga seg viðhvørt umboða onkran myndugleika og fáa soleiðis nærmast skapt ein nýggjan veruleika saman við offrinum, sum til endans kann missa fleiri milliónir, sigur Bjarke Dalsgaard Madsen, og nevnir eini eldri hjún sum mistu yvir 8 milliónir krónur, tí tey hildu, tey arbeiddu saman við politinum, just við at steðga falsarum.
Eisini bankarnir brúka nógva orku uppá at steðga teiparunum. Bara hjá Danske Bank eru 150 fulltíðarsett fólk sum bara fáast við hesa uppgávuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



