Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
Innlendis ítróttur

Myndir: www.FSF.fo

Myndir: www.FSF.fo

Myndir: www.FSF.fo

FSF: Átakið er partur av “Fairplay í barnahædd”, sum hevur til endamáls at styrkja góðar vanar í barnafótbólti. Við átakinum verður dentur lagdur á virðir, felagsskap og gleðina við spælinum. Hetta er eitt íkast til eitt gott umhvørvi, bæði á og uttanfyri vøllin.

Higartil eru omanfyri 2.000 gagguposar latnir gentum og dreingjum í aldursbólkunum U6 til U11, og eru býttir út í sambandi við barnakappingar, sum hava verið. Tó eru enn nøkur børn, ið ikki hava fingið gagguposa, men hetta verður avgreitt næstu vikurnar

Í posunum er ein teknibók, við nógvum áhugaverdum evnum úr fótbóltsheiminum, og farvublýantar, sum skulu eggja teimum yngstu til skapandi spæli.

“Fairplay í barnahædd” er knýtt at áskoðaraheiðurslønini, sum føroyskir áskoðarar hava fingið frá UEFA. Tvey ár á rað hava Føroyar vunnið hendan heiður, ið er givin fyri góðan atburðin og stuðulin, sum føroysku áskoðararnir hava víst liðunum í altjóða dystum og í landsdystum.

Við hesum átakinum ynskir Fótbóltssamband Føroya at lata hendan boðskap ganga víðari til tey yngstu. Við gagguposunum vil FSF vísa, at eisini smá tiltøk kunnu hava týdning. Endamálið er at skapa góðar upplivingar kring fótbóltin longu frá ungum árum, ið heilt víst er ein góð íløga í framtíðina hjá føroyskum fótbólti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #