- Sum eg alment havi greitt frá fyrr, var ætlanin, eftir at eg ikki bleiv landsstýriskvinna í Vinnumálum, at fara eftir tungum nevndarsessi. Og tað fekk eg eisini, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur við VP.
- Fólkaflokkurin fekk millum annað næstformanssessin og ein nevndarsess í Fíggjarnevndini.
- Í dag havi eg fingið næstformanssessin í Fíggjarnevndini, umframt at eg eri 1. næstforkvinna í formansskapinum og varalimur í Vinnunevndini, sigur Elsebeth víðari og leggur afturat:
- Skipanin er tann, at áðrenn vit velja nevndir, verða formanssessirnir í teimum ymsu nevndunum býttir millum flokkarnar. Teir formanssessirnir, sum Fólkaflokkurin fekk, vóru í Uttanlandsnevndini, Trivnaðarnevndini og Rættarnevndini.
- Mín áhugi var fyrst og fremst at koma í Fíggjarnevndina. Tað kom eg eisini, og bleiv næstforkvinna har, so tað eri eg sera glað um.
- Samlað sæð eri eg væl nøgd við mínar sessir í Løgtinginum, og fari við góðum treysti til arbeiðis sum altíð.
- Nú hyggi eg frameftir, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur at enda í stuttari viðmerking við VP.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



