Ongin er so stórur og máttmikil sum hann heldur, vit onnur halda
- Piet Hein

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ongin er so stórur og máttmikil sum hann heldur, vit onnur halda
- Piet Hein
Onnur tíðindi

At 18 milliardir partabrøv hvønn dag skifta hendur á Wall Street er bert eitt av fleiri teknum um, at amerikanska sápubløðran á børsinum skjótt brestur, sigur ein av størstu kapitalforvaltarunum í heiminum, Rockefeller Capital Management (RCM), skrivar norska finansavisen.

RCM vísir millum annað á, at partabrøvini í dag verða handlað til methøgar prísir. Og tá so er, kann tað skjótt fara at ganga hinvegin.

Eitt annað tekn er, at amerikansk húsarhald í dag hava yvir helvtina av sínum ognum í partabrøvum. Tað er nógv meira enn vanligt, eisini meira enn tá tað gekk galið, til dømis undir sonevndu dotcom bløðruni, og nógv meira enn húsarhald í ES (30%) og Stórabretlandi (15%).

So verður eisini víst á, at íløgur í vitlíki, ella AI, fylla sera nógv. Tá er vandin stórur fyri einum niðurtúri, um so er, at fyritøkurnar ikki megna at liva upp til tað, sum íleggjararnir vænta.

Og síðst men ikki minst vísir Rockefeller Capital Management á tann veruleikan, at skuldin hjá fyritøkum eins og stati er ovurstór.

- Tað elvir til vaksandi útreiðslur til rentur. Og verður ivi sáddur um evnini at gjalda skuldina aftur, fara renturnar til himmals, sum aftur kann leggja stein omaná byrðu, verður sagt.

Hinvegin eru eisini tey sum vísa á, at tað er sjáldan tá øll rópa varskó at tey stóru børskrakkini henda. Tað er hinvegin, tá øll minst vænta tað. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #