Køvievni frá norsku fiskaalingini dálkar strondina næstan líka nógv, sum um 17 milliónir fólk gjørdu alt av sær beint á sjógv, vísir ein frágreiðing frá Sunstone Institute, skrivar The Guardian.
Skarnið frá fiski hevur ikki somu tarmbakteriur sum mannaføði, so vandin fyri at gerast sjúkur er minni.
Men útlátið økir um vandan fyri algu og minkaðum súrevnisstøði í sjónum, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



