Meira skal til at byggja land enn hurrárópandi mannamúgva
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Meira skal til at byggja land enn hurrárópandi mannamúgva
- úr Børkuvísum
Vinna

Hagstovan: Meira enn helvtin, 57 prosent, av starvsfólkunum arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði og restin, 43 prosent, hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði.

Verður hugt eftir kynum hvør sær, er býtið tó eitt annað. Næstan tvær av trimum kvinnum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, meðan av monnum er tað bert fjórði hvør. 

Níggju av tíggju í 'Heilsu- og almannaverki' eru kvinnur
Sum nevnt arbeiða næstan tvær av trimum kvinnum í almenna geiranum, hetta sæst aftur í vinnugreinabýtinum. Vinnugreinin, sum hevur størsta lutfall av kvinnum er 'Heilsu- og almannaverk' har 87,6 prosent eru kvinnur. Aðrar vinnugreinar, har parturin av kvinnum er stórur, eru 'Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar' og 'Undirvísing'.

Størsta kynsbýtið er tó í vinnugreinini 'Byggivinna', har 91,7 prosent eru menn. Parturin av monnum er eisini serliga stórur í  vinnugreinunum 'Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða' og 'Vatnveiting; kloakkir og ruskviðgerð'.

Vinnugreinin við javnasta kynsbýtinum er 'Heil- og smásøla; umvæling av akførum', har 51 prosent av starvsfólkunum eru kvinnur og 49 prosent eru menn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #