Í minsta lagi trý konteynaraskip eru rakt av skotum í Hormuzsundinum í dag, skrivar Reuters.
Eitt containerskip undir liberiskum flaggi fekk skaða eftir at hava verið rakt av skotum og rakettdrivnum granatum norðeystur úr Oman. Skiparin boðaði frá, at ein vaktarbátur hjá iransku kollveltingarhirðini nærkaðist og fór at skjóta. Manningin er trygg, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



