Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling
Innlendis ítróttur

Spælarar, venjarar og leiðarar aftaná knúsandi 5-0 sigurin á Moldova - Mynd: www.FSF.fo

Spælarar, venjarar og leiðarar aftaná knúsandi 5-0 sigurin á Moldova - Mynd: www.FSF.fo

Spælarar, venjarar og leiðarar aftaná knúsandi 5-0 sigurin á Moldova - Mynd: www.FSF.fo

FSF: Málmunurin bleiv avgerandi, tá endaliga støðan í bólki B2 í EM undankappingini fyri U19 landslið við gentum skuldi gerast upp.

Kosovo vann bólkin við seks stigum, og málmuninum +8, meðan Føroyar gjørdust nummar tvey, somuleiðis við seks stigum, men við málmuninum +4.

Í fyrsta dystinum vunnu okkara gentur 3-1 á Litava. Málini gjørdu Sara Benjaminsen, sum skoraði tvey, og Kára Askham Sigurðsson. Í øðrum dysti í kappingin var heldur eingin slingur í valsinum tá Moldova varð sett ruddiliga uppá pláss. Føroyar vunnu 5-0.

Og enn einaferð var tað við einari stórspælandi Saru Benjaminsen á liðnum. Sara stóð fyri trimum av málunum, meðan Kára Askham Sigurðsson og Birita Mohr gjørdu hvør sítt.

Í triðja dystinum í kappingini gekk ikki akkurát sum ætlað, og Føroyar taptu 5-2 fyri Kosovo. Aftur vóru tað Sara Benjaminsen og Kára Askham Sigurðsson, ið skoraðu føroysku málini.

– Samanumtikið var hetta ein góð kapping. At fyrsta plássið í bólkinum glapp okkum av hondum eru vit sjálvandi hørm um, men eg haldi at okkara gentur kunnu vera ernar av tí, sum tær avrikaðu, sigur Sigtór Petersen, landsliðsvenjari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #