Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak
Ítróttur

Badmintonsambandið: Badmintonleikararnir, sum í vikuskiftinum hava verið til kapping í Odense, hava fingið sera góð úrslit. Spælt varð fríggjakvøldið og leygardagin, og í dag vóru so hálvfinalur og finalur á skrá. Leikararnir hava spælt og vunnið nógvar dystir, og leygardagurin var langur - fyrstu dystirnir byrjaðu kl. 9 og síðsti dystur var ikki liðugur fyrr enn 12 tímar seinni.

Ranja Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen gjørdu bart í tvímansleiki og vunnu gull í A-rekkjuni. Tær spældu ein sera góðan dyst. Tær taptu fysta sett 25-23, men so lótu tær ongan iva vera um, hvør var best og vunnu tvey tey næstu settini 21-14 og 21-16. Sera flott úrslit av okkara ungu leikarum. Í M-rekkjuni gekk eisini sera væl. Miriam í Grótinum kom í fjórðinsfinaluna í einmansleiki. Rúni Øster og Magnus Dal-Christiansen og Sanna og Mia Thorkildshøj komu somuleiðis í fjórðingsfinaluna í tvímansleiki. Og Miriam í Grótinum og Bjarnhild í Buð Justinussen komu í hálvfinaluna í tvímansleiki, sum tær taptu 2-1, og Rúni Øster og Miriam í Grótinum komu í hálvfinaluna í blandaðum tvímansleiki, sum tey taptu 2-0.

Gull og tvey bronsuheiðursmerki í stórari kapping - sera flott avrik av okkara leikarum.

Við á ferðini vóru 

Landsliðsvenjari Fai Yin Wong,

ferðaleiðarar Fríðgerð Rasmussen og Elsa Thorkildshøj 

Leikarar Asbjørn Heide Olsen, Bjarnhild í Buð Justinussen, Eyð Lamhauge Debess, Hákun Thorkildshøj Sigvardsen, Jafet Rasmussen, Jónas Djurhuus, Julianna í Heiðunum, Leiki Dal-Christiansen, Magnus Dal-Christiansen, Markus Bjarnason, Mia Thorkildshøj, Miriam í Grótinum, Oddbjørg í Buð Justinussen, Ranja Joensen, Rúni Øster, Sanna Thorkildshøj, Tóki Yngvason Guttesen, Símun Thorkildshøj Sigvardsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #