Skúlablaðið: Hvør hevur høvuðsábyrgdina av at læra næmingar kvæði og føroyskan dans? Sambært fólkaskúlalógini er tað flokslærarin.
Dávid Nattestad viðger í bacherlor-ritgerð síni á læraraútbúgvingini á Námsvísindadeildini føroyskan dans í undirvísingini í fólkaskúlanum.
Hann hevur kannað, hvønn hugburð vanligi lærarin hevur til føroyskan dans og kvæði, hvussu hugburðurin ávirkar góðskuna av undirvísingini, og hvør lærarin heldur eiga at hava høvuðsábyrgdina av undirvísingini.
Vanliga verður sagt, at tað er føroysklærarin, sum tekur sær av kvæðaundirvísingini.
Kanningin vísir tó nakað annað, og tað er ein ávísur lærari, ein akkerslærari, og at hesin ofta undirvísir í føroyskum.
Næst eftir ávísur lærari kemur føroysklærarin og á triðja plássi felags ábyrgd millum fleiri lærarar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



