Ikki kann sigast annað enn, at undanfarna samgonga við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn púrt onki ítøkiligt gjørdi fyri at fáa gongd aftur á eina aktiva oljuleiting við Føroyar.
Vit síggja ikki minst í hesum tíðum, hvussu ómetaliga týdningarmikið tað er, at vit í vesturheiminum mugu blíva sjálvbjargin við oljuframleiðslu.
Sjálvt um nógv gott verður sagt um grøna orkuskiftið, mugu vit bara ásanna, at oljunýtslan í vesturheiminum og eisini í Føroyum framhaldandi verður rímiliga stór komandi árini. Tí verður í mong ár tørvur á bæði oljuni og grøna orkuskiftinum.
Tað er tí alneyðugt, at fleiri vesturlendsk lond kunnu vaksa munandi um sína oljuframleiðslu og ikki minst eisini økja um framtíðar oljuleitivirksemi. Hetta serliga fyri at kunna gera seg leys av eitt nú teimum ódemokratisku oljuframleiðslulondunum í Miðeystri, sum í hesum døgum trýsta oljuprísin á heimsmarknaðinum munandi upp.
Her kunnu Føroyar eisini fáa ein týdningarmiklan leiklut við okkara áhugaverdu staðseting, har vit sum øllum kunnugt liggja beint norðan fyri Rosebank-oljufeltið hjá Bretlandi, har munandi nøgdir av olju og gassi eru funnar.
Eitt komandi landsstýri eigur tí skjótast gjørligt at seta út í kortið at gera tað munandi meira áhugavert hjá útlendskum oljufeløgum aftur at fara undir oljuleiting við Føroyar.
Við oljuleiting og ikki minst eini framtíðar oljuframleiðslu á føroyskum øki kann føroyska samfelagið fáa munandi inntøkur til samfelagið í framtíðini.
Hetta er nakað, sum fer at gagna føroyska samfelagnum, oljuvinnuni, føroysku frálandavinnuni, føroysku vinnuni annars og ikki minst øllum vesturheiminum, sum kemur at eftirspyrja oljuframleiðslu frá vesturlendskum londum og vónandi eisini úr Føroyum.
Vit kunnu taka Norra sum dømi, har olja varð funnin á Ekofisk í 1969.
Norska stjórnin stovnaði í 1983 almenna norska oljugrunnin, sum í dag er verdur umleið 20.000 mia. norskar krónur, sum eru 13.550 mia. danskar krónur. Ein ovurhonds stórur grunnur, sum er ein munandi trygd undir tí norsku vælferðini í dag og serliga í komandi árum.
Eftir mínari meting hevði tað væl borið til at sett á stovn ein tilsvarandi føroyskan oljugrunn, og skattir og avgjøld frá oljuvinnuni framyvir kundu so verið spard upp í ein slíkan grunn til frama fyri tað føroyska samfelagið og ikki minst okkara eftirkomarar.
Fólkaflokkurin vil gera tær broytingar, sum eru neyðugar á kolvetnisøkinum á føroyska landgrunninum, soleiðis at tað aftur kann loysa seg hjá útlendskum oljufeløgum at gera stórar íløgur í oljuleitingarvirksemi og vónandi eisini oljuframleiðsu á føroyskum øki í framtíðini.
Tú kanst stuðla mær og Fólkaflokkinum í hesum til løgtingsvalið 26. mars.
Birgir Nielsen, valevni til løgtingsvalið
Fólkaflokkurin
Valdið til fólkið
– Vel Fólkaflokkin 26. mars
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



