Okkara børn eru tey, sum einaferð skulu føra okkara samfelag trygt og gott víðari. Til tess at kunna gera tað, mugu tey verða væl fyrireikað til hesa stóru og krevjandi uppgávuna í lívinum.
Og alt byrjar í heimunum, barnagørðunum og okkara fólkaskúla. Fólkaskúlin skal fórða miðnámsskúlarnar, lærupláss o.a. við næmingum, sum skulu víðariútbúgva seg, og næmingarnir gerast klárir og búnir til tað. Í fólkaskúlanum ganga í løtuni umleið 7.600 næmingar.
Politiskt vita vit, at neyðugt verður at fremja broytingar og gera ábøtur á fólkaskúlan og undirvísingina hjá børnunum.
Í 2026 eru settar av 1,4 milliardir kr. á Løgtingsfíggjarlógini til hetta økið. Henda játtanin til útbúgvingarmál svarar til heili 18% av samlaðu rakstrarútreiðslunum hjá landskassanum. Spurningurin er, um vit fáa nóg mikið fyri pengarnar ella kunnu gera tað betri?
# Hví broytingar/ endurskoðan?
Tað er alt, sum bendir á, at ein vaksandi partur av okkara fólkaskúlanæmingum ikki mennast og trívast nóg væl, og trupulleikar eru við trivnaði, undirvísing og innlæring. Hetta rakar aftur aðrar útbúgvingarskipanir, sum skulu taka ímóti teimum seinni, ella at tey í ringasta føri detta heilt niðurímillum í samfelagnum - og tað er sera álvarsligt.
Seinastu árini hava Føroyar móttikið lutfalsliga nógvar útlendingar til at loysa arbeiðsuppgávur í vinnuni, og í tí sambandi eru framdar familjusamanføringar frá nógvum ymiskum londum, her umboðandi ung undir 18 ár, frá umleið 60 ikki-norðurlendskum tjóðum. Eisini hava Føroyar móttikið nógv flóttafólk/ familjur úr Ukraina, umleið 200 fólk. Hetta hevur sett fólkaskúlan og undirvísingina undir trýst, og víst verður m.a. á, at útlendsk børn í fólkaskúlanum ikki fáa nóg góða undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Eini 220 børn í føroyska fólkaskúlanum høvdu fyri tveimum árum síðani ikki føroyskt sum móðirmál.
Endamálið við broytingum í fólkaskúlanum er at fáa undirvísingina aftur á beint, soleiðis at skilja, at næmingurin er í einum umhvørvi, har tað ber til at fáa góða undirvísing og betri innlæring.
Tað eigur ikki at vera uppgávan hjá skúlanum og lærarnum at uppala børn - hetta skal gerast heimanífrá. Hinvegin skal skúlin geva dannilsi og byggja tey upp til at gerast góðir samfelagsborgarar, virka væl sosialt o.a.
Vit skulu hava glaðar og góðar næmingar - næmingar, sum elska at fara í skúla, og ikki sum nú er, har nógv børn stúra fyri at møta upp í skúlanum - tað vit eisini kalla skúlaaftran.
# Hvørjar broytingar?
Styrkja tvílæraraskipanina. Styrkja undirvísingina til útlendskar næmingar. Styrkja skúlaleiðslurnar. Fleiri orðblindalærarar. Fartelefonir bannast í skúlatíðini. Skipanir gerast, sum forða fyri happing.
# Nær broytingar?
Nógvir fólkaskúlanæmingar hava tað ikki gott í løtuni, tað standa í løtuni umleið 1.100 børn og ung á bíðilista til psykiatrið´ina, og tí hastar tað at fáa broytingarnar framdar, og skjótast gjørligt eftir, at ein samgonga er skipað.
# Avleiðingar av broytingum?
Vit fáa glaðari næmingar, sum trívast og mennast í okkara fólkaskúla. Og lærarar og starvsfólk, sum veruliga fáa møguleika at brúka sínar førleikar og evni at menna og styrkja fólkaskúlan.
X við Erhard Joensen
løgtingslimur fyri Sambandsflokkin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



