Forsetin í Iran, Masoud Pezeshkian, hevur biðið um umbering fyri álopini á grannalondini, og sigur, at tey vóru úrslit av einum samskiftisfeili innan iranska herin, skrivar tíðindastovan AFP.
Forsetin sigur, at landið eigur at lata vera við at leypa á Golfstatirnar, uttan so at tey leypa á. Samstundis vísir hann blankt aftur kravið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um treytaleysa kapitulasjón, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



