Royndirnar at hótta fjølmiðlar og rithøvundar til tøgn økjast, og álopini gerast eisini umfatandi, vísir ein nýggj frágreiðing hjá PEN.
Frágreiðingin frá talufrælsisfelagsskapinum Pen International varpar serliga ljós á fongslingina av svenska journalistinum Joakim Medin í Turkalandi.
– Vit síggja, hvussu altjóða kúgan eisini røkkur til Svøríkis, har eitt dømi er tað, sum Joakim Medin verður lagdur undir av turkiska stýrinum. Nú stjórnir kring heimin intensivera sínar royndir at fáa rithøvundar at tiga, skal altjóða samstarvið eisini økjast, sigur stjórin í Pen í Svøríki, Hanna Nordell sambært TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



