Vanliga dømir ein sum hjartalagið er til
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Talan er um eina spennandi framsýning, har verk eftir fleiri av okkara bestu listafólkum verða sýnd fram

Í dag byrjar ein av kendastu filmstevnum, Der Berinale, í Berlin. Stevnan, sum hevur 67 ár á baki og varar í 10 dagar, sýnir 400 ymsar filmar tilsamans 1000 ferðir

Faroe Islands’ International Minority Film Festival (FIMFF) er ein nýggjur pallur, ið hevur til endamál at skapa kjak og samfelagsbroytingar umvegis film og list

TÓFF – Tórshavnar filmsfestivalur byrjar í Norðurlandahúsinum leygardagin 11. februar við føroyskum filmsfagnaði og ókeypis filmi fyri alla familjuna

- Málið er at skapa ein pall fyri øll, ið vilja víðka sína vitan og sítt sjónarhorn umvegis film og list, og at skapa kjak og gevandi samskifti um minnilutar og aðrar marginaliseraðar samfelagsbólkar, sigur Nadia Barbara Abrahamsen, sum er hálvur føroyingur og hálvur palestini

Svenski filmurin ”Sameblod”, sum Amanda Kernell hevur gjørt um eina 14 ára gamla sámiska gentu, sum veksur upp í Svøríki í 1930’unum, vann í gjárkvøldið heimsins størstu filmsvirðisløn, The Dragon Award, í Göteborg

Føroysk skúlabørn hava sett eina sera spennandi og litríka ljóslista-framsýning upp í Norðurlandahúsinum. Tað er Listaleypurin, ið bjóðar listaupplivingar og listaverkstovur til fólkaskúlar í Føroyum

- Leikurin er ein gloypibiti hjá øllum teim sjálvbodnu felagsskapum og professionellu sálarfrøðingum, ið veita illa virkandi familjum eitt viðgerðartilboð

Í samfullar 9 dagar verður sjóneykan sett á føroyskar og altjóða filmar av góðari góðsku til allar aldursbólkar

Bretski sjónleikarin John Hurt gjørdist kendur fyri leikpart sín sum «elefantmaðurin» í David Lynch-filminum við sama navni

Mikukvøldið, 1. februar kl. 19:00, letur Laila Nikolajsen upp málningaframsýning í Ribarhúsi. Laila býr í Vestmanna og er dóttir Johild og Ole Nikolaisen

Nýggi norski Oscartilnevndi filmurin KONGENS NEI hevur fingið so nógv fólk at ganga í biograf í Noregi, at vit skulu heilt aftur til 1983 at finna eins høg tøl, sigur Filmsfelagið, sum hóskvøldið 2. februar fer at vísa søguliga kongafilmin

Savnið skal umsita, varðveita og sýna fram tey mongu listaverkini, sum bankin hevur keypt gjøgnum árini, umframt menna listasavnið og føroyska list

Í kvøld sýnir Filmsfelagið triðu filmatisering av klassisku søguni hjá Hjalmar Söderberg frá 1912 Den alvarsamma leken. Leikstjóri er svenska Pernilla August, sum einaferð var gift við danska Bille August

Fríggjadagin 13. januar kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Philippe Carré upp í Galerie Focus í Havn

Mikukvøldið 18. januar kl 20:00 fer Hanus Kamban, rithøvundur, at innleiða sýningina við nýggja svenska filminum ”Den alvarsamme leken”, sum Pernilla August hevur leikstjórnað

Við ársbyrjan leggur Havnar Bio út við fleiri spennandi filmum. Fyrst er at nevna kenda mótamannin, Tom Ford (f.1961), sum umframt egna parfumu, eisini er filmsleikstjóri

”Sameblod” er nýggjur sámiskur filmur, sum verður frumsýndur á árliga filmfestivalinum Kosmorama í Tróndheimi í mars í ár

Longu við ársbyrjan er gravgongur eftir atgongumerkjum at síggja ”Dræberne fra Nibe”, sum Filmsfelagið vísur mikukvøldið. Hetta er nýggi filmurin hjá Ole Bornedal

Carrie Fisher, kend fyri leiklutin sum Leila prinsessa í fyrstu «Star Wars»-filmunum, er deyð, 60 ára gomul

Fyrrverandi Hollywood-stjørnan Zsa Zsa Gabor er deyð. Hon gjørdist 99 ára gomul, skrivar New York Post

 

Tey prenta blátt í Steinprenti og hava úr at gera við at fáa bláu prentini liðug og signeraði til gløgglistaløtuna, sum verður í Steinprenti mikudagin 14.des frá kl.16-18

Framsýning um komandi langhyl í Gundadali letur upp mánadagin kl. 9. Tórshavnar býráð samtykti 17. juni 2016 byggiskránna fyri ein komandi langhyl (50 metur) í Gundadali

Í dag hava fleiri altjóða miðlar myndafrásagnir, nú elsta stjørnan í Hollywood fyllur 100

Fyrstu filmar í Filmsfelagnum eru longu settir á skrá í nýggja, spennandi filmsárinum 2017. Hin fyrsti filmurin verður sýndur mikukvøldið 4. januar kl 20, Dræberne fra Nibe

BirkBloggur: Umtala av filminum "Paterson", sum Filmsfelagið fer at sýna mikudagin 1. februar í 2017

Í hesum døgum hevur Fjord Plakat søluframsýning í Ribarhús í Fuglafirði. Fjord Plakat ger hugnaligar, og til tíðir skemtiligar, grafiskar plakatir til børn og vaksin við íblástri úr føroyskari mentan og siðvenju

Hósdagin 8. desember 2016 letur upp listaframsýning við Sámal Toftanes í Gamla Seglhúsinum

Birkbloggur. Filmurin Arrival byrjar við at undirvísingin í portugisiskum, verður brotin av, tá næmingarnir síggja bráðtíðindi á øllum miðlum um tólv rumdarskip, sum eru lend á úrvaldum støðum, millum annað í Kujaleq kommunu í Grønlandi

Mikukvøldið 30. november kl 20 sýnir Filmsfelagið nýggja danska holocaustfilmin ”Fuglene over sundet”. Hetta er seinasta sýning í Filmsfelagnum fyri jól

Tað grør um gangandi fót í miðbýnum í Havn. Mikukvøldið bjóðaði Eyðfinn Sigurstein til filmskvøld við nýggjari ljóð- og ljósútgerð í KFUM, í somu hølum sum Álvheygg hevði dreingjamøti í og vísti Det Flyvende Øje og Havets Helte í 60’unum

Týski filmurin hjá Maren Ade um pápan og dóttrina, sum royna at finna saman aftur undir tragikomiskum umstøðum, er kosin besti filmur í Evropa. Tað kunngerð Evropa Parlamentið í dag

Í døgunum 24. november til 7. desember verður sjónleikurin "Glansbilledsamlerne" sýndur á Den Danske Scenekunstskole í Keypmannahavn. Leikurin er bygdur yvir fyrsta part av skaldsøguni "Glansbílætasamlararnir" eftir Jóanes Nielsen

Ásbjørg Andrea Ludvig og Róhild Dam eru ungu føroysku høvundarnir, sum eru við í norðurlendsku bókini I morgen er aldrig en ny dag, sum eisini hevur enska heitið Tomorrow is never a new day

Størsti amerikanski dokumentarfestivalurin DOC NYC hevur í gjár heiðrað Mike Day við fyrstu virðisløn, The Grand Jury Prize, fyri føroyska grindafilmin “The Islands and the Whales”

Um hugsað verður um hvussu nógv seyður og seyðahald fyllir í okkara mentan, er tað í grundini løgið hvussu lítið okkara ferføttu sambúgvar her á landi hava fyllt í okkara myndlist

Framsýningin er bygd á eina granskingarverkætlan og gevur okkum gott innlit í tað 3500-ára langa sambandið millum Jødafólkið og Heilaga Landið

Fríggjadagin 18. november kl 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Kára Svensson upp í Galerie Focus

Amerikanski sjónleikarin Robert Vaughn, best kendur frá sínum leikluti í «Maðurin frá U.N.C.L.E.», er deyður, 83 ára gamal

Stjórnarskrivstovan hjá Tórshavnar kommunu hevur nú hongt upp stóran part av framsýningini ”Tórshavn frá 1000 til 1909” í gamla bankabygninginum í Niels Finsensgøtu. Framsýningin hongur uppi í nakar mánaðir

- Á hvørjum ári eru norðurlendskir filmsdagar í Lübeck í Týsklandi, har nýggjastu filmar verða sýndir, stuttir og langir, spælifilmar og heimildarfilmar. Í ár vóru 250 sýningar við 185 filmum

Mánakvøldið vórðu føroysku filmarnir "Dalur" og "Tunnan" sýndir og stórliga fagnaðir í Dom Kino mitt í Moskva

Filmsfelagið fer at vísa filmin "Louder than bombs" sunnukvøldið 13. november kl 20:00. Filmurin fekk í gjárkvøldið virðisløn sum besti norðurlendski filmur í ár

Sunnudagin 6. november 2016 letur upp listaframsýning við Zacharias Heinesen í Gamla Seglhúsinum

- Tað er ikki bara fótbóltur, sum fær sjónvarpsredaktiónir at rudda skránna. Í sjey dagar innan norðurlendska filmsvirðislønin verður handað í konsertsalinum hjá DR, fer sjónvarpsrásin DR K at kjakast um og vísa tað besta av nýggjum norðurlendskum filmi

Í tríggjar dagar hava yvir 10 milliónir sæð trailaran av komandi stórfilminum «Logan» á YouTube, og tað er ein øðrvísi trailari enn vanligt viðvíkjandi slíkum filmum

Nú fer Filmsfelagið at vísa italska filmin um flóttafólk á lítlu oynni Lampedusa “Havið Brennur”

Mentamálaráðið hevur á øðrum sinni í ár lýst við møguleikanum at søkja stuðul av filmsjáttanini. Inn komu sekstan umsóknir, og níggju av hesum fáa stuðul

- Netflix filmurin um Amandu Knox er serstakliga spennandi at síggja, tí hann fer beint eftir persónunum, so vit frá fyrstu hond síggja og hoyra hvat fór fram

Sunnudagin 16. oktober klokkan 15, letur Ludvík á Brekku upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum. Talan er um eina søluframsýning, sum umfatar fleiri enn 20 verk