Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Iranska tíðindastovan ILNA sensureraði Theron við at tekna hana í svørtum «klæðum» og eisini photoshoppað hana undir Oscar-sendingini

Listaleypurin er ein mentanarlig verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið, Kommunufelagið og Listasamband Føroya skipa fyri. Endamálið er at geva fólkaskúlanæmingum og skúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist

- Taka eina «respektfulla, kjerliga» pavsu

Komandi hósdag, tann 2. mars kl 17.30, letur Rutt Mikkelsen málningaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík í Havn

La La Land varð av órøttum útnevndur sum ársins besti filmur. Hetta varð síðani rættað til filmin Moonlight. PWC, sum hevði ábyrgdina av atkvøðunum skrivar, at Warren Beatty og Faye Dunaway fingu handað skeivan brævbjálva

Hon er ættað úr Rumenia, og nú sýnir hon fram málningar í Lítluvík. Claudia Diana Ciotlaus hevur málað í nógv ár

Warren Beatty, sum deildi út virðislønina, helt seg hava fingið skeivan brævbjálva. Hann hevði helst fingið bævbjálvan frá tá ið Emma Stone vann fyri besta kvinnuliga leiklutin. Og so kókaði Twitter

Eins og bløðini í Los Angeles, skrivar elsta filmsavísin í heiminum, 111 ára gamla Variety, at nú hevur ein muslimur fyri fyrstu ferð fingið Oscarvirðisløn fyri avrik í filmsgerð

Warren Beatty og Faye Dunaway róptu fyrst upp La La Land sum vinnara, men Warren hevði lisið skeivan film - rætti vinnarin var Moonlight

Føroyska virkið Tatanka hevur gjørt tríggjar styttri teknifilmar til føroysk børn

Norðuratlantiskir Filmdagar seta fokus á Føroyar, Ísland og Grønland, søguliga og aktuelt. Og programmið hevur eina sanna perlurøð av spælifilmi, dokumentarfilmi og stuttfilmi, umframt at filmskaparar vitja og tjakast verður

Fríggjadagin 24. februar kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Jónu Rasmussen og Guðrið Poulsen upp í Galerie Focus

Mikudagin, tann 22. febr. kl 15:00 letur ein málningaframsýning upp í Ribarhúsi hjá Arnold Vegghamar. Hetta verður ein litríkur innsúður við 15 málningum

Remida Føroyar, ið er eitt samstarv ímillum fleiri dagstovnar í Tórshavnar kommunu, um at arbeiða við felags umhvørvis verkætlanum, arbeiða í løtuni við eini verkætlan um plastdálking

Fyrsta várdag í ár, mikudagin 22. februar kl 19:30, verður høvið hjá almenninginum at síggja ein romantiskan amerikanskan dansifilm í Havn

Remida Føroyar, ið er eitt samstarv ímillum fleiri dagstovnar í Tórshavnar kommunu, um at arbeiða við felags umhvørvisverkætlanum, arbeiðir í løtuni við eini verkætlan um plastdálking

Í dag gitar filmsummælarin og rithøvundurin, Bo Green Jensen, at finski Aki Kaurismäki fer at vinna gullbjørnina fyri flóttafólkafilmin On the Other Side of Hope

Hósdagin sýnir Filmsfelagið nýggja avstralska filmin ”Lion” um ein drong, sum verður ættleiddur. Sum vaksin fer hann at leita við Google Earth at finna aftur til upprunan í Calcutta í India

Talan er um eina spennandi framsýning, har verk eftir fleiri av okkara bestu listafólkum verða sýnd fram

Í dag byrjar ein av kendastu filmstevnum, Der Berinale, í Berlin. Stevnan, sum hevur 67 ár á baki og varar í 10 dagar, sýnir 400 ymsar filmar tilsamans 1000 ferðir

Faroe Islands’ International Minority Film Festival (FIMFF) er ein nýggjur pallur, ið hevur til endamál at skapa kjak og samfelagsbroytingar umvegis film og list

TÓFF – Tórshavnar filmsfestivalur byrjar í Norðurlandahúsinum leygardagin 11. februar við føroyskum filmsfagnaði og ókeypis filmi fyri alla familjuna

- Málið er at skapa ein pall fyri øll, ið vilja víðka sína vitan og sítt sjónarhorn umvegis film og list, og at skapa kjak og gevandi samskifti um minnilutar og aðrar marginaliseraðar samfelagsbólkar, sigur Nadia Barbara Abrahamsen, sum er hálvur føroyingur og hálvur palestini

Svenski filmurin ”Sameblod”, sum Amanda Kernell hevur gjørt um eina 14 ára gamla sámiska gentu, sum veksur upp í Svøríki í 1930’unum, vann í gjárkvøldið heimsins størstu filmsvirðisløn, The Dragon Award, í Göteborg

Føroysk skúlabørn hava sett eina sera spennandi og litríka ljóslista-framsýning upp í Norðurlandahúsinum. Tað er Listaleypurin, ið bjóðar listaupplivingar og listaverkstovur til fólkaskúlar í Føroyum

- Leikurin er ein gloypibiti hjá øllum teim sjálvbodnu felagsskapum og professionellu sálarfrøðingum, ið veita illa virkandi familjum eitt viðgerðartilboð

Í samfullar 9 dagar verður sjóneykan sett á føroyskar og altjóða filmar av góðari góðsku til allar aldursbólkar

Bretski sjónleikarin John Hurt gjørdist kendur fyri leikpart sín sum «elefantmaðurin» í David Lynch-filminum við sama navni

Mikukvøldið, 1. februar kl. 19:00, letur Laila Nikolajsen upp málningaframsýning í Ribarhúsi. Laila býr í Vestmanna og er dóttir Johild og Ole Nikolaisen

Nýggi norski Oscartilnevndi filmurin KONGENS NEI hevur fingið so nógv fólk at ganga í biograf í Noregi, at vit skulu heilt aftur til 1983 at finna eins høg tøl, sigur Filmsfelagið, sum hóskvøldið 2. februar fer at vísa søguliga kongafilmin

Savnið skal umsita, varðveita og sýna fram tey mongu listaverkini, sum bankin hevur keypt gjøgnum árini, umframt menna listasavnið og føroyska list

Í kvøld sýnir Filmsfelagið triðu filmatisering av klassisku søguni hjá Hjalmar Söderberg frá 1912 Den alvarsamma leken. Leikstjóri er svenska Pernilla August, sum einaferð var gift við danska Bille August

Fríggjadagin 13. januar kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Philippe Carré upp í Galerie Focus í Havn

Mikukvøldið 18. januar kl 20:00 fer Hanus Kamban, rithøvundur, at innleiða sýningina við nýggja svenska filminum ”Den alvarsamme leken”, sum Pernilla August hevur leikstjórnað

Við ársbyrjan leggur Havnar Bio út við fleiri spennandi filmum. Fyrst er at nevna kenda mótamannin, Tom Ford (f.1961), sum umframt egna parfumu, eisini er filmsleikstjóri

”Sameblod” er nýggjur sámiskur filmur, sum verður frumsýndur á árliga filmfestivalinum Kosmorama í Tróndheimi í mars í ár

Longu við ársbyrjan er gravgongur eftir atgongumerkjum at síggja ”Dræberne fra Nibe”, sum Filmsfelagið vísur mikukvøldið. Hetta er nýggi filmurin hjá Ole Bornedal

Carrie Fisher, kend fyri leiklutin sum Leila prinsessa í fyrstu «Star Wars»-filmunum, er deyð, 60 ára gomul

Fyrrverandi Hollywood-stjørnan Zsa Zsa Gabor er deyð. Hon gjørdist 99 ára gomul, skrivar New York Post

 

Tey prenta blátt í Steinprenti og hava úr at gera við at fáa bláu prentini liðug og signeraði til gløgglistaløtuna, sum verður í Steinprenti mikudagin 14.des frá kl.16-18

Framsýning um komandi langhyl í Gundadali letur upp mánadagin kl. 9. Tórshavnar býráð samtykti 17. juni 2016 byggiskránna fyri ein komandi langhyl (50 metur) í Gundadali

Í dag hava fleiri altjóða miðlar myndafrásagnir, nú elsta stjørnan í Hollywood fyllur 100

Fyrstu filmar í Filmsfelagnum eru longu settir á skrá í nýggja, spennandi filmsárinum 2017. Hin fyrsti filmurin verður sýndur mikukvøldið 4. januar kl 20, Dræberne fra Nibe

BirkBloggur: Umtala av filminum "Paterson", sum Filmsfelagið fer at sýna mikudagin 1. februar í 2017

Í hesum døgum hevur Fjord Plakat søluframsýning í Ribarhús í Fuglafirði. Fjord Plakat ger hugnaligar, og til tíðir skemtiligar, grafiskar plakatir til børn og vaksin við íblástri úr føroyskari mentan og siðvenju

Hósdagin 8. desember 2016 letur upp listaframsýning við Sámal Toftanes í Gamla Seglhúsinum

Birkbloggur. Filmurin Arrival byrjar við at undirvísingin í portugisiskum, verður brotin av, tá næmingarnir síggja bráðtíðindi á øllum miðlum um tólv rumdarskip, sum eru lend á úrvaldum støðum, millum annað í Kujaleq kommunu í Grønlandi

Mikukvøldið 30. november kl 20 sýnir Filmsfelagið nýggja danska holocaustfilmin ”Fuglene over sundet”. Hetta er seinasta sýning í Filmsfelagnum fyri jól

Tað grør um gangandi fót í miðbýnum í Havn. Mikukvøldið bjóðaði Eyðfinn Sigurstein til filmskvøld við nýggjari ljóð- og ljósútgerð í KFUM, í somu hølum sum Álvheygg hevði dreingjamøti í og vísti Det Flyvende Øje og Havets Helte í 60’unum

Týski filmurin hjá Maren Ade um pápan og dóttrina, sum royna at finna saman aftur undir tragikomiskum umstøðum, er kosin besti filmur í Evropa. Tað kunngerð Evropa Parlamentið í dag