Sambært einum yvirliti í Frihedsbrevet um hvussu nógvar bústaðir og nógva jørð løgtingslimir eiga, so eru tað fleiri, sum eiga upp í fleiri hagapartar.
Taka vit dømi við javnaðartingmanninum Bjarna Hammer, so stendur hann sambært yvirlitinum at eiga ikki minni enn 3 hagapartar og teir liggja í Hovi, har bara 3 hagarpartar eru.
Og tað er ikki smávegis, at eiga tríggjar hagapartar. Tað munna vera fáir føroyingar sum eiga tað.
Men sannleikin er ein heilt annar, tí Bjarni Hammer eigur 10 gyllin í trimum hagapørtum.
Flestu føroyingar, sum eru uppvaksnir úti á bygd, vita hvat ein hagapartur er. Úti á bygd er ein hagapartur ein heilur hagi.
Barbara Holm, blaðstjóri á Frihedsbrevet, skrivaði í aftursvari til eitt lesarabræv á VP herfyri:
- Aftursvar til dulnevnt lesarabræv á VP: Eg vil byrja við at takka dulnevnda skribentinum fyri at prógva, at tað í grundini krevur nakað, um tú ætlar at grava sannleikar fram.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



