Jú, tað er flott. Men er tað gott?
- Ingálvur av Reyni um gøtulistina á Montmartre

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Jú, tað er flott. Men er tað gott?
- Ingálvur av Reyni um gøtulistina á Montmartre
Skúli

TSK: Kokkaútbúgvingin í Matvørubreytini TSK hevur ment seg nógv seinnu árini og í juni í ár verður fyrsta sveinaroyndin í kokkaútbúgvingini hildin. Sostatt fáa vit á fyrsta sinni kokkar, ið eru útbúnir heilt og fult í føroysku læru- og skúlaskipanini.

1.skúlaskeið tvær ferð árliga
Í framhaldandi strembanini eftir at víðka um møguleikarnir og styrkja um matvøruyrkið í føroyum, eru nú ávísar broytingar framdar á skúlapartinum. 1.skúlaskeið(grundskeið) byrjar nú tvær ferð árliga t.e. í august og í januar. Skeiðið er í 20 vikur.

1.skúlaskeið í TSK gevur atgongd til fleiri matvøru útbúgvingar
Umframt kokkaútbúgving, gevur 1. skúlaskeið í Matvørubreyt nú eisini víðari atgongd til útbúgving innan: Kondittara, bakara, tænara, gourmét-slaktara og føðsluatstøðara(ernæringsassistent). Tó má lærlingurin taka annað, triðja og fjórða skúlaskeið til hesar útbúgvingar í Danmark.

Meir kunning til
OPIÐ HÚS á TSK leygardagin 21. februar frá kl. 10-14, Mýrivegur 2, Klaksvík, ella á www.tsk/matvørubreyt og umvegis teldupost til andrasj@tsk.fo .

Í appini ”útbúgvingar” er eisini møguligt er at lesa um kokkaútbúgvingina, umframt áður nevndu útbúgvingar innan matvøruyrkið. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #