- USA hevur førleikan at hava eftirlit við og kortleggja alt, sum hendir inni í Iran. Tað, sum vit síggja ganga fyri seg nú, er helst fyrsta kríggið, sum í stóran mun er sniðgivið við vitlíki, sigur Sir John Sawers.
The Guardian lýsir, hvussu USA og Ísrael hava brúkt vitlíki til at leggja álop á Iran til rættis.
AI-skipanir kunnu skjótt greina ómetaliga nógvar upplýsingar um møgulig mál, frá dronuupptøkum til fjarskiftisavlurting og menniskjaliga njósning.
Upplýsingar, sum fyrr kundu taka dagar og vikur at savna saman, áðrenn avgerð varð tikin um eitt álop.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



