Sjálvstýri er einasta alternativ til førda politikkin seinastu fýra árini. Hósdagurin 26. mars er tí ein avgerandi dagur, har tit veljarar gera av, hvørja kós Føroyar skulu taka komandi fýra árini.
Sjálvstýri er á veg aftur í løgtingið og støddin á flokkinum liggur í tykkara hondum. Við einari greiðari valskrá, sum tryggjar fíggjarligt haldføri, rættvísa skipan og betri kor hjá bæði ungum, arbeiðandi og eldri, bjóða vit eina nýggja og ábyrgdarfulla leið.
Við at velja Sjálvstýri fáa vit eina styrkta miðju, sum arbeiðir fyri øllum Føroyum – ikki bara nøkrum fáum.
Valdagurin verður ein lagnudagur fyri okkara fólk, tí tann dagin lata vit okkara politisku lagnu í hendurnar á teim 33 valdu løgtingslimunum fyri eitt fýraára skeið.
Dagurin verður eisini ein lagnudagur fyri flokkanar, sum bjóða seg fram á valinum. Hósdagin verður avgjørt hvat stødd hvør einstakur flokkur skal hava.
Sjálvstýri eitt alternativ til førda politikkin
Sjálvstýri hevur ikki verið partur av løgtingsarbeiðnum seinastu fýra árini, men sambært seinastu veljarakanningini undan valinum, so verður Sjálvstýri aftur við í politiska landslagnum og støddina av flokkinum hana avgera tit.
Sjálvstýri er einasta veruliga mótsvar til politikkin, sum er førdur seinastu fýra árini. Í valskrá okkara leggja vit fram hesi mál:
- Yvirskot aftur á fíggjarlógina
- Tryggja langtíðarhaldføri
- Fækka kommunalu eindinar
- Raðfesta arbeiðarafjøldina
- Lækka skattin hjá lág- og miðalløntum
- Býlisstuðul heldur enn rentustuðul
- Stuðla landbúnaðinum
- Tryggja eina burðardygga ferðavinnu
- Steðga mótrokningini hjá arbeiðandi pensionistum
- Allar veitingar skulu verða eftirlønargevandi
- Skjóta hjálp til børn og ung við serligum tørvi
- Leingja barsilstíðina
- Hækka barsilsgjaldið
- Menna útbúgvingarmøguleikanir í Føroyum
- Raðfesta atkomumøguleikar hjá fólki við breki
- Tryggja teimum eldru vernd við lóg
- Veðrið einasta avmarking hjá útróðrinum
- Tryggja Føroyum eitt sterkt undirstøðukervi
- Sjálvstýri – Føroyar móti størri sjálvræði
Umframt tað, sum stendur í valskránni eru nógv onnur mál, ið vit fara at arbeiða fyri, eitt nú, at fólk, ið arbeiða uttanlands ikki verða dupultskattað.
Vit fara inniliga at heita á veljaran at seta ein sterkan Sjálvstýrisflokk inn á ting.
Vel eina styrkta miðju aftur í politiska ásan – eina miðju sum kann tryggja, at førdi politikkurin verður øllum fólki okkara at gagni.
Gott val.
Sjálvstýri
Sámal Petur í Grund
floksformaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



