Tá Várharra plantar ein urtagarð, fer fanin at fáa sær høsn
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá Várharra plantar ein urtagarð, fer fanin at fáa sær høsn
- V. Poulsen
Tiltøk

Fríggjadagin 24. apríl verður Námsvísindaligur Granskingardagur aftur á Námsvísindadeildini.

Kom og hoyr hópin av áhugaverdum framløgum um ymisk námsvísindalig evni og eitt sofaprát um skúlaaftran/skúlafráveru.

Tiltakið er ókeypis og alment, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Nær: 24. Apríl 2026, kl 13.00-16.00
Hvar: Aulan á Frælsinum 20.

Skrá:
13.00-13.05 Vælkomin á Námsvísindaligan granskingardag, Ingi Heinesen Højsted

13.05-14.00 Heiðursframløga: 
Árin av einum skúlalagaðum rørsluátaki í føroyskum skúla, Helgi Winther Olsen
Rørsluløtur í innskúlingini– hvussu skapa vit týðandi rørsluupplivingar, Bára Berghamar Danielsen
At skapa samanhang í læru – sjónarmið úr dagstovni, skúla og frítíðarskúla, Sonja Olsen

14.00-14.10 Steðgur

14.10-15.00 Hugburður og fremjan av inklusjón – ein kvantitativ kanning av inklusjón í føroyska fólkaskúlanum, Anna Nolsøe Joensen og Vár Rógvadóttir

Hágóðska á dagstovnum í Føroyum – úrslit frá spurnarkanning, Eilin Hansen og Elsa Ludvíksdóttir Lydersen

Frá firring til luttøku – drúgv skúlafrávera í fólkaskúlanum, Pætur Zachariasson

15.00-15.10 Kaffi og afturvið

15.10-16.00 Sofaprát um skúlaaftran/skúlafráveru                                                                               

Luttakarar: Eydna Magnussen, skúlastjóri í Eysturskúlanum. 
Dorthea Højgaard Dam, trivnaðarleiðari í Vága kommunu.
Pætur Zachariasson, Ph.d. lesandi í skúlafráveru.

Tiltakið er Ókeypis

Tilmelding:
https://www.atgongumerki.fo/3602385/namsvisindaligur-granskingardagur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #